Innanlands

Føroya Tele-stjórin fær tvær milliónir krónur um árið

Kristian R. Davidsen avdúkaði sína stjóraløn tá hann var vikugestur í útvarpinum

(Mynd: Føroya Tele)

(Mynd: Føroya Tele)

2024-03-17 16:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Árliga lønin hjá mær í dag liggur um tvær milliónir krónur.

Tað segði Kristian R. Davidsen, nýggjur stjóri í Føroya Tele, í sendingini Vikan í útvarpinum í gjár, har hann var vikugestur.

Hann fór til Grønlands fyri átta árum síðani, og tók við stjórastarvinum í Telepost, sum síðan hevur broytt navn til Tusass.

Kristian R. Davidsen var áðrenn hetta stjóri í Føroya Tele, og talan er tí um eina afturkomu - heimkomu.

- Tað eru krøv til eitt ávíst gjøgnumskygni tá tað kemur til lønir hjá stjórum og nevndarlimum í feløgum sum Tusass og Føroya Tele, og mín meining er, at tað gjøgnumskygnið skal vera har, sigur Kristian R. Davidsen.

Hann sigur, at lønin, sum liggur um tvær milliónir krónur árliga, kann broytast alt eftir hvussu væl tað gongur at røkka málunum, sum eru sett. Altso ein ávís bonusskipan.

Farin niður í løn
Um hugt verður eftir ársroknskapinum hjá Tusass í 2022 sæst greitt, hvussu nógv Krisitan R. Davidsen fekk í samsýning sum stjóri. Og lønin í Føroyum er nakað lægri enn í Grønlandi.

Árslønin var tilsamans 3,9 milliónir krónur, men tá er tað eisini íroknað pensjón, bonus og annað.

Hoyr alla samrøðuna, sum Leif Láadal gjørdi við Kristian R. Davidsen, her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder