Innanlands

Føroya Tele og Nema tendra fyri 5G mánadagin 15. apríl

Mánadagin 15. apríl fáa føroyingar atgongd til 5G. Tá verður alment tendrað fyri nýggju farnettøknini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-03-22 14:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur verið leingi ávegis, men mánadagin 15. apríl verður 5G tendrað í Føroyum.

Hesum boða Føroya Tele og Nema frá seinnapartin.

5G netið í Føroyum er útbygt saman við FT Samskifti og Ericsson. Nema og FT Samskifti samstarva um sendistøðirnar í nýggja føroyska 5G netinum. Samstarvið fevnir um atgongd til allar sendistøðirnar, og 5G netið er til gagns fyri allar brúkarar í Føroyum.

Sostatt fáa kundarnir hjá bæði Nema og Føroya Tele atgongd til sama net, somu ferð og sama kapasitet. Tað merkir, at samband og góðska av 5G netinum verður eins fyri allar føroyingar. 

5G-farnetið gevur nógv hægri ferð enn 4G-netið. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað enn skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman.

Dagført kl. 14:59.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder