Innanlands

Føroya vakrasta hálvmaraton verður í morgin

Vatnavegurin verður stongdur frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina við flogvøllin millum kl. 11.30 og 13, og Gásadalstunnilin verður stongdur millum kl. 9.50 og 11.30 í hesum sambandi

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-09-06 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, leygardagin 7. september, verður skipað fyri Føroya vakrasta hálvmaraton í Vágum, og í hesum sambandi verða broytingar í ferðsluni.

Í tíðarskeiðnum 11.30 - 13.00 verður Vatnavegurin stongdur frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina á flogvøllinum. Eisini er Gásadalstunnilin stongdur millum klokkan 9.50 - 11.30, meðan fólk renna og ganga ígjøgnum tunnilin, skrivar Landsverk.

Tað er ítróttarfelagið Frælsi, sum saman við kommununum í Vágum skipar fyri tiltakinum.

Les eisini: Gott 800 luttakarar til Føroya vakrasta hálvmaraton

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder