Innanlands

Føroyamál hevur sín fyrsta aðalfund í morgin

Evnið til tiltakið, sum verður í í Skúlanum á Fløtum klokkan 13 til 15 er undirvísingartilfar á føroyskum. Ymiskar fráboðanir, umframt tónleikainnslag og ábit verður á skránni

Nevndin í Føroyamál

Nevndin í Føroyamál

2021-05-14 20:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 15. mai verður fyrsta tiltakið og aðalfundur hjá Føroyamáli. Tiltakið verður í Skúlanum á Fløtum kl.13.00-15.00 á Háslættanum við inngongd D.

Evnið til fyrsta tiltak okkara er undirvísingartilfar á føroyskum. Í hesum sambandi fer Marianna Skarðenni Poulsen at greiða frá Finku-bókunum, sum millum annað hevur vunnið altjóða virðisløn.

Harafturat fer Lydia Didriksen at greiða frá arbeiðinum við Les-røðini. Loksins fer Christina Jensen at greiða frá MA-ritgerð síni, ið snúði seg um kanon í føroyskum bókmentum.

Eisini hava vit aðalfund, har frágreiðing verður um virksemi felagsins og framtíðarætlanir.

Okkurt ábit verður at fáa, og Jógvan Andrias Joensen fer at spæla nøkur løg.


Skrá:

Kl. 13.00 – Forkvinnan, Óluva Klettskarð, bjóðar vælkomin + Ársfrágreiðing um virksemi felagsins og framtíðarætlanir

Kl. 13.15 – Helena Kannuberg greiðir frá faldara um málmenning hjá fleirmæltum pinkubørnum

Kl. 13.30 – Marianna Skarðenni Poulsen – FINKA

Kl. 13.45 – Steðgur + Tónleikainnslag

Kl. 14.15 – Lydia Didriksen – LES

Kl. 14.30 – Christina Jensen – Kanon í føroyskum bókmentum

Kl. 14.45 – Val av nevndarlimi

Kl. 15.00 – Liðugt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder