Fríggjadagin 27. september er hátíðardámur á Hoyvíksvegi í Havn. Føroyaprent, Føroya størsta grafiska virkið, hátíðarheldur tey fyrstu 20 árini. Tað hava verið spennandi og avbjóðandi tíðir, síðani virkini prentsmiðjan hjá Dimmalætting og Hestprent kastaðu saman í Føroyaprent á sumri 2004.
Samanleggingin tryggjaði, at Føroyar fingu eina prentsmiðju, sum hevði neyðugu útgerðina og styrkina at kappast.
Dyggur og tryggur kundaskari
Tað er einki at taka seg aftur í at prentmarknaðurin er sera avbjóðandi, og tað eru eftirhondini fleiri prentsmiðjur, sum lata aftur enn yvirliva. Herheima eru prentsmiðjurnar fækkaðar nógv í tali og fleiri aðrar samanleggingar eru framdar. Kappingin er eisini beinhørð við útlendskar prentsmiðjur.
Men Føroyaprent hevur øll árini havt dyggan og trúgvan kundaskara. Við hegni og treiskni hevur fyritøkan klára at tillaga seg til hørðu og umskiftandi kappingartreytirnar.
Treiskni og eydna
Síðani 2004 hevur Jon Hestoy, stjóri, sitið á hornaskrivstovuni á Hoyvíksvegi.
- Stóra framgongd hjá Føroyaprent seinastu 20 árini er nógv bygd á treiskni og eydnu. Sum fyrrverandi svimjari havi eg í mínum arbeiði brúkt nógv sálarfrøði innan svimjing. Um eg kann arga eitt sindur, so legði eg til dømis ongantíð so nógv í, hvør var fremstur eftir 100 metrar, bara eg var fyrstur á mál eftir 200 metrar, sigur Jon Hestoy, stjóri.
Stjórin á Føroyaprent heldur eisini tað hevur verið ein fyrimunur øll árini at hava eina grundleggjandi fatan av, hvat rørir seg, og hvørjar broytingar standa fyri framman. Tað hevur munað væl at vera frammanfyri nýggjastu rákini innan prentfakið. Góða handverkið og røttu íløgurnar hava eisini gjørt sítt til, at tað hevur gingið so væl í hond.
Jon Hestoy hevur nógv at hátíðarhalda í ár. Ikki nóg mikið við, at Føroyaprent fyllir 20 ár, eisini eru 40 ár síðani, at Hestprent sá dagsins ljós í heimbygdini, Tvøroyri.
Í dag starvast 24 fólk á Føroyaprent.
Hátíðarhald
Fríggjadagin 27. september kl. 15 verður Hoyvíksvegur 59 karmur um hátíðarhald og hátíðardám. Á skrá verður millum annað: Jóanes Nielsen heldur røðu. Málningurin „Norrøna og Dettifossur“ eftir Zacharias Heinesen verður prentaður sum plakat. Tey, sum koma á móttøkuna, kunnnu fáa signerað eintak heim við og Føroya Landsorkestur spælur nøkur løg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald