Uttanlands

Føroyar á fundi í Skotlandi um Arktis

Grønar orkuloysnir og burðardyggi blái búskapurin á skránni Grønar orkuloysnir og burðardyggi blái búskapurin á skránni

Kate Sanderson, føroyska sendikvinnan í London við á ráðstevnu um Arktis í Aberdeen herfyri.

Kate Sanderson, føroyska sendikvinnan í London við á ráðstevnu um Arktis í Aberdeen herfyri.

2023-03-23 14:34 Author image
Jan Müller
placeholder

Føroyar eru næsti granni Skotlands til  Arktis og vórðu nú um dagarnar umboðaðar á ráðstevnu í Aberdeen undir heitinum “Arctic Frontiers Abroad Scotland. Felagsskapurin Arctic Frontiers og skotska stjórnin vóru vertir.

Kate Sanderson, føroyska sendikvinnan í Bretlandi, var við í panelorðaskifti um “Ports as hubs of innovation and well-being”.  

Aðrir spurningar, sum vórðu viðgjørdir, vóru arktiska samstarvið við eitt nú Skotland, sum er norðasta landið í Evropa, ið ikki er ein arktisk tjóð.

Serliga varð varpað ljós á grønar orkuloysnir og burðardygga bláa búskapin, sum hýsir bæði avbjóðingum og spennandi nýggjum møguleikum fyri fyritøkur og lokalsamfeløg í Norðuratlantshavi og Arktis.

Í sínum viðmerkingum nevndi Kate Sanderson m.a. okkara royndir við at taka ímóti og umvæla boripallin West Hercules í 2014. Eisini vísti hon á, hvussu vinnan í Føroyum  sjálv tekur stig á grønari leið  og sipaði her m.a. til  bátarnar hjá Bakkafrost.

-Vit síggja okkum als ikki sum fjarskotin og brúka heldur ikki slík hugtøk um okkum sjálvi. Vit eru sum oyggjaland sjálvstøðug,  og hetta hevur við sær, at vit ikki kunnu  bíða eftir øðrum at loysa avbjóðingar fyri okkum – vit finna egnar loysnir, sum hóska til okkara  veruleika mitt í havinum segði føroyska sendikvinnan.  


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder