2021-03-23 11:28
Síðan Føroyar á fyrsta sinni vórðu lýstar koronafríar fyrst í mai mánað í fjør, hevur landið í fleiri tíðarskeiðum verið koronafrítt, og nú hendi tað aftur, at smittutalið kom niður á null.
Hetta er aðru ferð í ár. Seinast var fyri einum mánað síðani. Eingin persónur er tó smittaður innanlands í Føroyum síðan síðst í januar
Tilsamans hava 661 persónar fingið staðfest korona í Føroyum, og nú eru 660 staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu.
Tilsamans 238.640 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald