Mentan

Føroyar anno 1911

Forkunnug fotoframsýning letur upp í Smiðjuni í Lítluvík í morgin

2024-04-17 18:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú verður møguligt at síggja forkunnugar fotomyndir, ið vísa føroyska gerandisdagin fyri meira enn hundrað árum síðani.

Í 1980 ognaði Per á Hædd sær 140 glasplátur við myndum, sum danski fotografurin, Anders Peter Hansen, tók í Føroyum í 1911. Tær flestu eru úr Norðstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjum, og geva tær eina góða fatan av tí framburði, føroyska samfelagnum hevur verið fyri síðani.

Framsýningin, sum Fotostudio hevur sett upp, og sum eisini er søluframsýning, letur upp í Smiðjuni í Lítluvík hósdagin 18. apríl kl. 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder