Í gjár hittust norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir í Washington í USA, og á hesum fundinum vóru tað avbjóðingarnar í sambandi við Brexit og altjóða umhvørvissamstarv, sum vóru høvuðsmálini.
Flestu ráðharrarnir hava verið á ársfundi hjá altjóða gjaldoyragrunninum IMF, sum er í Washington, og tí varð eisini norðurlendski ársfundurin hildin har.
Avbjóðingarnar í sambandi við Brexit fingu nógva umrøðu á fundinum. Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, vísti í hesum sambandi á, at Føroyar longu hava fingið í lag handilssáttmála við Bretland og somuleiðis tryggjað sær fiskiveiðiavtalur.
Sambært heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum var semja á fundinum um, at Føroyar er tað norðanlandið, sum er best tryggjað móti avleiðingunum av Brexit.
Vertur fyri fundin var íslendski Fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Benediktsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald