Innanlands

Føroyar eru ikki hóttar av yvirgangi

Danska fregnartænastan heldur, at yvirgangshóttanin í Føroyum eru 'minimal'

PET metir, at spurningar um djóravælferð kunnu elva til radikalisering í Føroyum (Savnsmynd)

PET metir, at spurningar um djóravælferð kunnu elva til radikalisering í Føroyum (Savnsmynd)

2022-03-29 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Yvirgangshóttanir móti føroyum er á einum støði, sum er minimalt.

Soleiðis stendur at lesa í árligu frágreiðingini um yvirgangshóttanir móti danska ríkinum, sum danska fregnartænastan, PET, hevur almannakunngjørt í dag.

Um Føroyar verður sagt soleiðis í frágreiðingini:

“Yvirgangshóttanin móti Føroyum er á støðinum minimalt. Hetta merkir, sambært allýsingini hjá PET, at tað ikki eru tekin um hóttanir. Hværki ætlanir ella evni at fremja yvirgang eru staðfest. CTA (Center for Terroranalyse) metir, at harðrendur og víðgongdur politiskur atburður (ekstremisma) er minni útbreidd í Føroyum enn í Danmark

Víðgongd propaganda kann ávirka persónar í Føroyum ella ferðandi til Føroya til at fremja harðligar gerðir. Hetta kann vera vent móti politiskum stakmálum, sum t.d. djóravælferð. Sosialt marginaliserað og sárbær ung kunnu vera serliga móttakilig fyri radikalisering,” 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder