Rúsevni. Hetta er nakað, sum hevur fylt meira og meira í almenna rúminum seinastu tíðina.
Beinir Johannesen nýtti ein part av ólavsøkurøðuni til at umrøða evni og álvarsemi við tí. Og aftanfyri leiktjøldini hevur verið arbeitt við at yvirtaka málsøkið.
Arbeiðið við at yvirtaka málsøkið rúsandi evni er nú komið so væl áleiðis, at lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið í morgin, fríggjadagin 28. august 2026.
- Endamálið við yvirtøkuni er, at føroyskir myndugleikar betri og skjótari skulu kunna tillaga reglurnar á økinum, tá nýggj rúsandi evni koma á marknaðin. Í dag er málsøkið felagsmál, hóast føroyskir myndugleikar longu umsita og í høvuðsheitum fíggjað málsøkið. Hetta merkir, at tað kann taka drúgva tíð at fáa nýggj rúsandi evni sett á føroyska listan yvir evni, sum einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál.
– Tað er ikki nøktandi, at eitt rúsandi evni kann vera bannað í Danmark, men framvegis vera lógligt at flyta inn til Føroya, tí føroyska lóggávan ikki er dagførd. Við at taka ábyrgdina á føroyskar hendur kunnu vit reagera skjótari og tryggja, at lóggávan fylgir við menningini á rúsevnamarknaðinum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna.
Heilsu- og orkumálaráðið hevur staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum og hevur eisini gjørt lógaruppskotið, sum ásetur, hvussu heimildir og skyldur verða fluttar frá donskum til føroyskar myndugleikar.
til ber at lesa meira um tað her
Verða uppskotini samtykt, sum væntað er, kemur málsøkið eftir ætlan undir føroyskt málsræði 1. januar 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald