Løgtingið hevur í dag einmælt samtykt uppskotið um løgtingslóg um Brekumboð. Talan var um eitt uppskot, ið Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, legði fyri Løgtingið fyri jól.
Heimasíðan hjá almanna- og mentamálum skrivar eisini, at lógin ásetir, at Brekumboðið skal hava sum aðalmál at tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðiligari í almenna rúminum. Brekumboðið skal virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.
- Eisini skal Brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Sum ein liður í hesum arbeiði skal Brekumboðið millum annað veita ráð og vegleiðing, um rættindi, kæru- og klagumøguleikar, og gera frágreiðingar og kanningar um viðurskifti hjá fólki, ið bera brek.
Løgtingslógin um Brekumboð kemur í gildi 1. januar 2025. Almanna- og mentamálaráðið fer nú undir fyrireikandi arbeiðið.
Kelda: ammr.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald