Innanlands

Føroyar fordøma russiska áganginum

Ikki semja um at støðga handilssamskiftinum við Russland í stundini - Jacob Vestergaard mælir frá at leypa á leistum

Mynd frá fiskivinnutinginum í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Mynd frá fiskivinnutinginum í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-24 10:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku politisku leiðararnir eru samdir um, at tað er illgerð, sum Putin hevur gjørt í nátt við at leypa á Ukreina.

Hetta eiga vit at fordøma. Tað siga Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum, Jacob Vestergaard, Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen, sum eru gestir hjá John Johannesen í sendingini Breddanum hjá Kringvarpinum í løtuni.

- Hetta hoyrir ongastaðni heima. Støðan í dag er ein onnur enn í gjár, tá vit sendu eina fráboðan út. Eftir tað, sum er hent í nátt, fordøma vit russiska framferðarháttinum, segði løgmaður.

Jenis av Rana segði, at hann í gjárkvøldið hevði fund við danska uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod, sum vildi hava at vita hvørja áskoðan Føroyar hevði til støðuna. Jenis gav honum boðini, at Føroyar eru við í teimum tiltøkum, sum Vesturheimurin velur at seta í verk móti Russlandi.

Hetta fegnaðist Jeppe Kofod um, segði Jenis av Rana.

Eisini Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal eru samdir um, at vit eiga at seta tiltøk í verk og støðga handli við Russland. Vit skulu eisini seta tiltøk í verk, sum kunnu raka okkum sjálv fíggjarliga, siga teir.

Jacob Vestergaard fordømir eisini krígshandlingunum, men hann ávarar ímóti at leypa framav og støðga handinum við Russland.

- Russiska fólkið skal eisini hava mat, og tað er ikki endamálið hjá okkum at russiska fólkið skal hungra. Tí eiga vit at bíða við teimum hørðu útmeldingunum og vita hvat hini vestanlondini gera.

- Fyrr hava evropeisku londini sett tiltøk í verk móti Russlandi, sum í veruleikanum ikki hava kostað teimum nakað. Tað er eitt ógvusligt tiltak at seta í verk at støðga føroyska handlinum. Tí mugu vit ansa eftir áðrenn vit loypa fram á leistum, sigur Jacob Vestergaard.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder