Uttanlands

Føroyar geva íblástur til tunnil millum Guernsey og Frakland

Mongu undirsjóvartunlarnir í Føroyum geva nú eisini íblástur til at gera ein jarnbreytartunnil úr Guernsey til  Fraklands umvegis Jersey í bretsku kanalini. 

2024-03-03 22:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá íbúgvunum í bretsku kanaloyggjunum Guernsey og Jersey at fáa fast undirsjóvarsamband við evropeiska meginlandið.  Nú enn ein føroyskur undirsjóvartunnil er vorðin veruleiki, hevur tað fingið íbúgvar á oynni Guernsey at taka upp spurningin at knýta oynna í meginlandið við undirsjóvartunlum umvegis Jersey til Fraklands.

[object Object]

Talan er um toksamband, nú teinurin  er so langur. Kanningar vísa, at verkætlanin  fer at kosta 5,6 mia. pund og fer tað at taka 10 ár at fremja byggiverkætlanina. 

Tað er vinnulívsmaðurin Martyn Dorey í Guernsey, sum roynir at skunda undir hesa stóru ætlan og sigur hann seg hava fingið íblástur frá mongu undirsjóvartunlunum, sum binda saman oyggjar í Føroyum. Hetta skrivar BBC.

Hann heldur, at ein undirsjóvar jarnbreytartunnil millum kanaloyggjarnar og Frakland kann geva nógvar búskaparligar fyrimunir. Eftir at hava arbeitt við hesi ætlanini í fimm ár heldur hann tað nú er grundarlag fyri at gera ætlanina til veruleika. 

[object Object]

BBC skrivar, at Føroyar við sínum 53.000 íbúgvum hava megnað at byggja út eitt netverk við undirsjóvartunnlum fyri hundraðtals mió. pund.

 Dorey sigur við BBC, at eitt tunnilssamband fer at gera tað lættari hjá fólki at vitja kanaloyggjarnar og fer tað fullkomiliga at broyta framtíðina fyri øll í oyggjunum. Fast samband við meginlandið fer at fáa sera jaligar avleiðingar fyri alt virkemið í oyggjunum. 

[object Object]

Til tess at skapa áhuga fyri hesi risaverkætlan hevur ein bólkur tikið stig tiltøk, har  kunna' verður um verkætlanina 5. mars í Jersey og 6. mars í Guernsey.  Millum røðararnar á hesum tiltøkum verður eisini Teitur Samuelsen, stjóri í Eysturoyar- og Sandoyartunnilsverkætlanini. Haraftrat Arild Sovik stjóri í Norwegian Tunnelling  Society. Boðskapurin á hesum fundum verður, at tá Føroyar hava megnað at binda oyggjar saman og fáa fyrimunir av hesum av øllum slag, so kunnu oyggjar sum Guernsey og Jersey tað eisini. 

[object Object]

Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroysku undirsjóvartunlarnir geva íblástur aðrastaðni. Í løtuni verður arbeitt av øllum alvi í Hetlandi at brúka Føroyar sum fyrimynd til tess at byggja undirsjóvartunlar. 

[object Object]

Eysturoyartunnilin og komandi Suðuroyartunnil verða eisini brúktir sum grundgeving fyri at binda bretsku kanaloyggjarnar í evropeiska meginlandið. 

[object Object]



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder