Innanlands

Føroyar hava lægsta arbeiðsloysi í Evropa

Arbeiðsloysið hevur verið minkandi síðan 2021, og nú er tað á sama stigi sum í 2019, áðrenn korona, skrivar Hagstovan

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-02-03 14:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arbeiðsloysið í Føroyum er nú á sama stigi sum áðrenn korona, og Føroyar hava lutfalsliga lægsta arbeiðsloysið í Evropa, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Arbeiðsleys eru fólk, sum einki arbeiði hava, eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan tvær vikur. Arbeiðsloysið hevur verið minkandi síðan 2021, og nú er tað á sama stigi sum í 2019.

Arbeiðsloysið hjá monnunum er ikki minkað við somu ferð sum hjá kvinnunum. Tað er 1,7 prosent hjá monnum, sum er 0,6 prosentstig hægri enn 2019, og arbeiðsloysið hjá kvinnunum er 0,9 prosent, sum er 0,5 prosentstig lægri enn 2019. Í tali eru tað 304 arbeiðsleysir menn og 130 arbeiðsleysar kvinnur, og sostatt eru tvær ferðir so nógvir arbeiðsleysir menn sum kvinnur.

Av teimum norðurlendsku londunum og ES miðaltalinum í árunum 2015 til 2022 liggja Føroyar lægst. Ísland er tað einasta av hesum londunum, sum tað eina árið, í 2016, hevur havt lægri arbeiðsloysi. Í hesum londum er arbeiðsloysið lækkað hesi árini, uttan tá korunufarsóttin rakti, skrivar Hagstovan.

[object Object]

Um nýggjastu tølini úr Føroyum verða samanborin við tølini hjá Eurostat fyri fjórða ársfjórðing 2022, sæst, at Føroyar hava eitt lutfalsliga lágt arbeiðsloysi samanborið við onnur lond.

Í Evropa hava Føroyar lutfalsliga lægsta arbeiðsloysið við 1,3 prosentum. Tað hægsta arbeiðsloysið er í Spania og í Grikkalandi við ávikavist 13 og 12 prosentum. Bæði Svøríki og Finnland liggja oman fyri ES miðaltalið, meðan hini norðurlondini liggja undir. Kekkia er landið, ið liggur tættast at føroyska arbeiðsloysinum við 2,2 prosentum.

Bæði føroyskar kvinnur og menn liggja lægst millum øll londini í Evropa. Arbeiðsloysið hjá føroysku kvinnunum brýtur serstakliga frá og er undir eitt prosent. Tær liggja 1,6 prosentstig lægri enn í Íslandi við 2,5 prosentum. Arbeiðsloysið hjá føroyskum monnum er 0,2 prosentstig lægri enn í Kekkia, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder