Uttanlands

Føroyar havt fund við Kina í Keypmannahavn

- Báðir partar eru øgiliga harmir um tað, sum er hent, og vóna vit, at tað ikki endurtekur seg, sigur løgmaður við DR

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-12-13 09:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyska umboðið í Danmark hevur havt fund við umboð úr kinesisku sendistovuni í Keypmannahavn í sambandi við Huawei-málið.

Tað upplýsti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fyri DR í gjárkvøldið.

- Sendimaður okkara í Keypmannahavn hevur havt fund og vitjað kinesisku sendistovuna fyri at tosa um tað, sum hendi. Báðir partar eru øgiliga harmir um tað, sum er hent, og vóna vit, at tað ikki endurtekur seg, sigur løgmaður.

- Eg havi ikki fingið ta fatan, at tað hevur gjørt nakran skaða, men eg harmist um støðuna og vóni, at hon ikki endurtekur seg, leggur hann afturat.

Les eisini: Jørgen Niclasen: KvF skapt eina alheimssøgu út frá ongum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder