Innanlands

Føroyar móti krabba: Soleiðis kanst tú stuðla

Møguleikarnir at stuðla í stóru landsinnsavningina hjá Krabbameinsfelagnum, eru nógvir. Umvegis peningastovn, at ringja ella senda sms og at bjóða upp á listaverk. Síggj yvirlit her

2021-03-27 19:29 Author image
Krabbameinsfelagið
placeholder

Leygarkvøldið 27. mars er stóra landsinnsavning “Føroyar ímóti krabba”, sum verður sýnd í Kringvarpi Føroya kl. 19.00.

FLYT UMVEGIS Í PENINGATOVN:

Bank Nordik:                            6460 - 618.088.6

Betri Banki:                              9181 - 551.502.7

Norðoyar Sparikassi:               9865 - 323.088.5

Suðuroyar Sparikassi:             9870 - 304.242.2

RING ELLA SEND SMS*:

Ring til 901551: tú stuðlar við 100 kr. og er við í dráttinum um 11 ymiskar vinningar

Ring til 901552: tú stuðlar við 200 kr. og er við í dráttinum um ein el-bil

Send sms við tekstinum KAPP til 1551: tú stuðlar við 100 kr. og er við í dráttinum um 11 ymiskar vinningar

Send sms við tekstinum BILUR til 1552: tú stuðlar við 200 kr. og er við í dráttinum um ein el-bil

*Tað eru bara kundar hjá Føroya Tele, sum kunnu senda sms. Øll kunnu ringja.

Sí vinningarnar her


UPPBOÐSSØLA:

3 listaverk og 3 brosjur eru á uppboðssølu, fram til leygarkvøldið kl. 22.00

Málningur eftir Trónd Patursson

Standmynd úr leiri eftir Guðrið Poulsen

Standmynd úr viði eftir Joel Cole

3 brosjur, sum Turið Mohr hevur sniðgivið

Ring á tlf. 200300, um tú hevur áhuga at bjóða 

Kunning um uppboðssøluna her

Allur innkomin stuðul fer til arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum at hjálpa, ráðgeva, fyribyrgja og at stuðla gransking.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder