Uttanríkis- og mentamálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya skriva, at Evropa Samveldið er og verður framvegis størsti marknaðurin fyri føroyskan útflutning - hetta er eisini galdandi eftir Brexit, og hóast aðrir marknaðir kring heimin fáa alsamt størri týdning fyri Føroyar. Føroyar og ES hava handilsavtalu og samstarvssáttmálar um ymikst, sum til dømis fiskivinnu.
Spurningurin verður tó reistur um, samstarvið er tíðarhóskandi. Millum annað tá hugsað verður um at fleiri í Vesturevropa, sum til dømis Ísland og Noreg, og ymisk smálond valt ES limaskapin frá. Umboð frá Andorra og Noreg koma at greiða frá sínum royndum, og eisini fara serfrøðingar og samráðingarfólk hjá ES at greiða frá støðuni hjá ES til handil og annað samstarv við lond í Evropa, ið eru uttanfyri ES.
Øll skráin sæst her
Tiltakið er alment og verður á enskum. Tað verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum frá 09.00 til 12.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald