Uttanlands

Føroyar og Grønland koma við í arbeiðið seinni

Komandi avtalan um Arktis verður millum USA og ríkisfelagsskapin, og tí skulu grønlendingar og føroyingar eisini við til fundarborðið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-12-04 16:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast Føroyar ikki vóru umboðaðar á fundinum í London í dag millum danska forsætisráðharran og amerikanska forsetan, so verða Føroyar og Grønland tikin við, tá arbeiðast skal víðari við arktiska samstarvinum millum USA og Ríkisfelagsskapin.

Tað segði Mette Frederiksen, forsætisráðharri Danmarkar, á tíðindafundi í London fyri løtu síðani.

Mette Frederiksen hevði, saman við nøkrum fáum av sínum nærmastu ráðharrum og ráðgevum, ein fund við Donald Trump, forseta, í sambandi við toppfundur hevur verið í Nato.

Talan var um ein sokallaðan bilateralan fund, har tosað var um ymisk ting, sum hevur áhuga fyri londini.

Í Nato-samanhangi kundi Mette Frederiksen fortelja, at Danmark hevur játtað seg til at lata tvey flogfør afturat til Nato-innsatsin í Irak, og at Danmark eisini hevur átikið sær at standa fyri einum parti av venjingini av herfólkunum frá komandi ári at rokna.

Arktiskt samstarv
Annars høvdu tey tosa um framtíðar samstarv millum USA og ríkisfelagsskapin á Arktiska økinum.

- Vit eru samd um at arbeiða víðari við at orða eitt ”strategiskt partnaraskap” á arktiska økinum millum USA og ríkisfelagsskapin. Og eg kann lova, at bæði føroyingar og grønlendingar verða tiknir við í hetta arbeiði tá farið verður í gongd við at orða hesa avtaluna, segði Mette Frederiksen.

Vónbrotnar røddir hava annars verið frammi um, at Grønland og Føroyar ikki vóru til staðar á fundinum við Trump nú forsætisráðharrin júst hevur lovað restini av ríkisfelagsskapinum størri leiklut í uttanríkispolitiskum spurningum.

- Nú var hetta ein fundur í Nato-høpi, og var meira eitt óformelt prát um fleiri ymisk ting. Men tá vit fara at arbeiða nærri við komandi avtaluni um Arktis, so verða Føroyar og Grønlad umboðaðar í arbeiðinum, tí tað er ein avtala millum USA og Ríkisfelagsskapin.

Mette Frederiksen varð spurd um ætlanirnar hjá Trump um at keypa Grønland vóru umrøddar á fundinum, men tað vóru tær ikki.

Danski forsætisráðharrin segði, at fundurin var hildin í einum góðum anda, og gjørdi fleiri ferðir vart við, at USA er týdningarmiklasti sameindi hjá Danmark yvirhøvur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder