Innanlands

Føroyar partur av framtíðar rúmdarvinnu

Hvussu kunnu Føroyar  gagnnýta rúmdina, tá ið tað m.a. ræður um innovatión, framburð og fylgisveinagrundaður tænastur í framtíðini?

Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele bjóðar heimskenda danska astronautinum Andreassi Mogensen vælkomnum til Føroya. Myndir Jan Müller

Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele bjóðar heimskenda danska astronautinum Andreassi Mogensen vælkomnum til Føroya. Myndir Jan Müller

2024-09-24 17:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta varð partur av boðskapinum á áhugaverdum tiltaki, sum Føroya Tele skipaði fyri í høvuðssætinum í Hoyvík mánadagin.  Á skránni vóru fyrilestrar, har Andreas Mogensen, ESA-astronautur, Per Lundahl Thomsen, høvuðsráðgevi á DTU Space, og David Arge Klevang, lektari á DTU Space, varpaðu  ljós á framtíðarmøguleikarnar, sum Føroyar og Arktis hava í rúmdini.

[object Object]Fv. Heðin Mortensen, borgarstjóri, Kristian Davidsen, stjóri, Andreas Mogensen, astronautur, Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður og David Arge Klevang, lektari á DTU Space. Mynd Jan Müller

Tað var stjórin í Føroya Tele, Kristian Davidsen, sum beyð vælkomin og greiddi frá, hvussu samstarvið var komið í lag, og hvørjar jaligar avleiðingar tað kann fáa fyri Føroyar og føroyingar.

Kristian Davidsen vísti á, Føroya Tele er ikki beinleiðis ein partur av rúmdarvinnuni og verður tað neyvan heldur í framtíðini. Tó so er tað, sum hendir í rúmdarvinnuni serstakliga viðkomandi fyri Føroya Tele og fjarskiftisbrúkarnar í Føroyum.

-Seianstu 30 árini hava vit vant okkum við, at fartelefonin er ein týðandi partur av dagligdegnum. Soleiðis var tað ikki fyrr, tá telefonirnar vóru fastbundnar í ein leidning. Fartelefonirnar eru knýttar í radiostøðir, sum standa ymsastaðni í landinum, men tað at samskifta yvir fylgisveinar, sum hanga í leysari luft har úti onkustaðni, er ikki so nýtt.

Menningin av fjarskiftis- og samskiftis tænastum yvir fylgisveinar hevur gingið við rúkandi ferð seinastu árini. Føroya Tele fylgir hesi gongdini neyvt soleiðis, at vit altíð kunnu bjóða dygdar fjarskiftis- og samskiftistænastur til verandi og nýggjar kundar. Ein partur av hesari tilgongd er, at Føroya Tele hevur eitt samstarv við DTU Space og ESA um at kanna tørvir og loysnir, sum hava við fylgisveinasamskifti at gera segði Kristian Davidsen. 

Per Lundahl Thomsen tosaði síðani um týdningin, sum fylgisveinar og fylgisveinadátur hava bæði í nútíðarsamfelagnum og í framtíðini, og David Arge Klevang tosaði  um týdningin, sum rúmdin kann hava fyri infraskipan, samskifti og vinnumøguleikar í Føroyum og Arktis.

[object Object]David Arge Klevang umrøddi eisini arbeiðið hjá Jarðfeingi, har Uni Árting hevur staðið fyri gransking í føroyskum umhvørvi  í sambandi við granskingina á Mars. 

David Arge Klevang tosaði um l leiklutin hjá fylgisveinum í Norðuratlantshavi og Arktis og um týdningin, sum rúmdin kann hava fyri infraskipan, samskifti og vinnumøguleikar í Føroyum og Arktis, og hvussu hetta kann verða til fyrimunar fyri samfelag, vinnulív og stovnar.

[object Object]

[object Object]Per Lundahl Thomsen, høvuðsráðgevi á DTU Space

Høvuðsgesturin á tiltakinum var danski astronauturin,  Andreas Mogensen, sum greiddi frá royndum, rúmdarferðum og seinastu Huginn-ferðini, sum vardi í seks mánaðir. Hann tosaði eisini um tøkni og infraskipan, sum gera tað møguligt at gagnnýta rúmdina til frama fyri innovatión og burðardyggari menning.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Fyrilestrarhaldararnir vóru á einum máli um, at Føroyar liggja seg væl fyri til at kunna gerast partur av framtíðar rúmdarvinnu, og tí eggjaðu teir eisini føroyskar ungdómar til at síggja møguleikar fyri at útbúgva seg innan rúmdarvinnuna.

[object Object][object Object]

[object Object]

Leikluturin hjá Føroya Tele í tiltakinum og vitjanini av rúmdarfólkunum er, at FT  hevur gott samband við DTU, Danmarks Tekniske Universitet og hevur ymiskt samstarv við tey.

Endamálið við vitjanini hjá ferðalagnum hevur verið at promovera STEM fakøkini (Science, Technology, Engineering, and Mathematics) við fokus á rúmdarvinnuna, og har Andreas Mogensen hevur havt framløgu fyri skúlanæmingum og framhaldsnæmingum bæði í Løkshøll í Runavík og á Glasi í Havn.

[object Object]Johan Mortensen og Andreas Mogensen á Føroya Tele. 

Tað var annars Johan Mortensen, íverkseti og ráðgevi, sum samskipaði ferðina hjá Andreas Mogensen og hinum í ferðalagnum, og hevur fingið í lag vitjaninar við teir viðkomandi partarnar, sum tey hava vitjað.

[object Object]

Við sær umborð á altjóða rúmdarstøðina hevði danski astronauturin eisini føroyska merkið. 

[object Object]Stórur áhugi var fyri at hitta sjáldsama danska gestin, eins og ungdómar eisini fingu høvi at seta honum spurningar. 

[object Object]

[object Object]

Orsakað av geografisku støðuni í Atlantshavi kunnu Føroyar verða brúktar sum granskingarstað fyri mongum týðandi tættum í náttúruni. Her koma stovnar sum Havstovan og Jarðfeingi at hava stóran týdning. 

[object Object]Føroyar liggja sera væl fyri at kunna vera partur av framtíðar rúmdarvinnu, eitt nú til at taka niður data frá fylgisveinum og annars at kunna fylgja virksemi bæði í luftini og undir sjónum. 

[object Object]

[object Object]Andreas Mogensen á síni fyrstu  rúmdarferð. 

[object Object]Nýggjasti rúmdarbilurin, sum skal til Mars um nøkur ár. 

[object Object]Andreas Mogensen greiddi eisini frá áhugaverdu og fjølbroyttu arbeiðsuppgávunum hjá ESA (European Space Administration).

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder