Innanlands

Føroyar seta í verk tiltøk móti Russlandi

Uttanlandsnevndin tekur undir við landsstýrinum, at tiltøk skulu setast í verk móti Russlandi orsakað av innrásini í Ukraina

2022-02-26 11:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Uttanlandsnevndin í Løgtinginum tekur undir við landsstýrinum, at revsitiltøk skulu setast í verk móti Russlandi, orsakað av russisku innrásini í Ukraina.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, vóru í gjár til ráðførslu í Uttanlandsnevndini. Teir bóðu um undirtøku fyri, at landsstýrið fylgir vesturheiminum við teimum tiltøkum, ið verða sett í verk móti Russlandi.

Ein samd Uttanlandsnevnd tók undir við hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder