Fyri tveimum vikum síðani frættust tíðindini um, at stunt-upptøkur til nýggja James Bond-filmin skuldu gerast í Føroyum, og nú eru Føroyar eisini skrásettar sum location (upptøkustaður) á IMDb-heimasíðuni, sum er millum størstu amboðini at leita sær fram upplýsingar um film. Tað skrivar Birgir Kruse á sínum miðlabloggi.
Skíggjamynd: IMBd
Upptøkur til nýggja James Bond filmin, sum hevur fingið heitið "No Time to Die", vórðu eisini gjørdar í m.a. Pinewood Studios í Onglandi, og tað vakti ans í summar, tá eitt vakmyndatól varð funnið inni á konufólkavesinum í Pinewood Studios undir upptøkunum.
Les eisini: Maður setti fjalt myndatól upp á konufólkavesinum
"No Time to Die" verður frumsýndur í Havnar Bio 2. apríl 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald