Innanlands

Føroyar skulu aftur ruddast

Leygardagin 17. september er altjóða ruddingardagur, og tá verður ruddað í Hoyvík, Kollafirði, Nólsoy, Skála, Havn, Hvalba og á Tvøroyri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-02 16:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rudda Føroyar verður aftur leygardagin 17. september tá altjóða ruddingardagur er. Tá verður ruddað í Hoyvík, Kollafirði, Nólsoy, Skála, Havn, Hvalba og Tvøroyri.

Fyriskipararnir av ruddingardegnum bjóða øllum, ungum sum gomul, húski, fyritøkur, stovnum og feløgum at luttaka. Tiltakið byrjar klokkan 10 leygarmorgun.

Í samstarvi við kommunur og aðrar almennar stovnar og við stuðli frá fyritøkum og øðrum felagsskapum, eru fyrireikingarnar til ársins Rudda Føroyar-átak um at vera komnar upp á pláss. 

Aftur at teimum ruddingunum, sum eru knýttar at lokalum samskiparum, tekur høvuðsstuðulin, Hiddenfjord, stig til eina umfatandi rudding. Skúlin við Løgmannabreyt, Húsarhaldsskúlin, Tekniski Skúli í Klaksvík og møguliga aðrir skúlar luttaka eisini í vikuni upp undir 17. september. Kajakkfeløg, kavarir og skótar eru eisini við. 

Felagsskapurin Rudda Føoyar varð settur á stovn 20. mars 2018 og hevði sín fyrsta ruddingardag sama ár, tá fleiri enn 1.000 føroyingar tóku heili 22 tons av ruski upp.

- Hóast vit ikki hava samskiparar kring alt landið, so eru tit vælkomin at rudda sjálvi. Um tit eru eitt húski, ein stovnur, fyritøka ella bara vinfólk, sum hava hug at rudda grannalagið pent og snøgt, ella náttúruna í nærumhvørvinum ella longur burturi, so er als einki í vegin fyri tí. Tit skipa ruddingina, men minnist til at beina skrellið burtur á rættan hátt, siga fyriskipararnir.

Tilmeldingin fer fram á ruddaforoyar.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder