Innanlands

Føroyar sum nýtt altjóða ferðamál fyri ítróttartiltøk

Mikukvøldið 23. mars verður sjóneykan sett á, hvussu vit í Føroyum kunnu hýsa altjóða ítróttarkappingum og - tiltøkum, við tiltakið á Panorama á Hafnia, har danskur gestur við royndum á økinum vitjar

- At sleppa at kappast fyri Føroyar á heimavølli hevur stóran týdning - bæði fyri føroyskar íðkarar og fyri okkara tjóðarstoltleika og samleika.
Harafturat skapa ítróttarkappingar og tiltøk virksemi hjá hotellum, matstovum, handilsvinnuni og mentanarlívi. Ofta í lágárstíð. Visit Tórshavn hevur bjóðað Finn Lyck úr Aarhus at tosa um evni

- At sleppa at kappast fyri Føroyar á heimavølli hevur stóran týdning - bæði fyri føroyskar íðkarar og fyri okkara tjóðarstoltleika og samleika. Harafturat skapa ítróttarkappingar og tiltøk virksemi hjá hotellum, matstovum, handilsvinnuni og mentanarlívi. Ofta í lágárstíð. Visit Tórshavn hevur bjóðað Finn Lyck úr Aarhus at tosa um evni

2022-03-16 19:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyar gera seg alsamt meira sjónlig á altjóða ítróttarpallinum, og at sleppa at kappast fyri Føroyar á heimavølli hevur stóran týdning - bæði fyri føroyskar íðkarar og fyri okkara tjóðarstoltleika og samleika.

Harafturat skapa ítróttarkappingar og tiltøk virksemi hjá hotellum, matstovum, handilsvinnuni og mentanarlívi. Ofta í lágárstíð.

Hugskotið og Visit Tórshavn skipa tí fyri verkstovu fyri ítróttarsambondum og -feløgum mikukvøldið 23. mars. Finn Lyck, sum hevur drúgvar royndir frá Aarhus Events undir Aarhus kommunu, sum seinastu árini hevur verði karmur um alskyns ítróttartiltøk, er boðin til Føroya at geva okkum íblástur og góð ráð.

Hann fer á tiltakinum at greiða frá, hví Aarhus sum býur valdi at raðfesta hetta økið, og hvønn týdning tað hevur ikki bara fyri ítróttin, men eisini fyri vinnulívið og mentanarlívið í økinum. Hann hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um, hvussu Føroyar eisini kunnu gerast eitt ferðamál fyri ítróttartiltøk og hevur nógv góð ráð við sær í viðførinum.

Tiltakið er fyri starvsfólk og limir í ítróttarsambondum og -feløgum í Føroyum. Tað verður á Panorama á Hafnia mikukvøldið 23. mars klokkan 19 til klokkan 21.


Visit Tórshavn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder