Uttanríkis- og Mentamálaráðið boðar frá hesum í morgun.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri Danmarkar, undirrita í Stokkhólmi í morgin, mikudagin 30. oktober, avtaluna. Tað verður saman við íslendska uttanríkisráðharranum, Guðlaugur Þór Þórðarson, og Jens Frølich Holte, norska vara-uttanríkisráðharranum. Talan er um marknasemjur um landgrunnin millum Føroyar, Ísland og Noregi í økinum uttanfyri 200 fjórðinga sjómarkið.
Føroyar fáa tillutað 27.000 km2 av landgrunni, og Jenis av Rana fegnast um avtaluna:
" Tað er sera gleðiligt, at vit nú aftaná eina áralanga tilgongd kunnu taka seinastu og søguligu fetini við semju í hesum málinum, sum hevði kunnað blivið ein møguligur tvídráttur millum grannatjóðir” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
Les meira um avtaluna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald