Fólkaflokkurin gjørdist størsti flokkur á tingi 24,5 prosentum av atkvøunum og átta tingsessum. Hin borgarligi flokkurin á tingi, Sambandsflokkurin fekk sjey tingsessir og 20,4 prosent av atkvøðunum.
Tískil bendir alt á eina samgongu millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin saman við onkrum av teimum smærru flokkunum.
Enn hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður mandatið at skipa fyri samgongu. Hann segði í samrøðu við Portalin í gjárkvøldið, at hann nú fór at kanna sínar møguleikar, og um tað ikki eydnaðist at skipa samgongu fór hann at boða løgtingsformanninum frá, at hann ikki sá møguleika fyri hesum.
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Bæði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, heittu í gjár kvøldið á Aksel V. Johannesen, um at siga mandatið frá sær.
- Eg hevði væntað, at løgmaður legði frá sær í kvøld. Hann hevur mist meirilutan, mist sítt mandat, hann hevur einki belegg fyri at verða sitandi. Tað sum sjálvandi eigur at henda nú er, at sitandi andstøða fær mandatið, og vit fáa eitt samgonguskjal upp á pláss. Men hóast løgmaður ikki virðir teir spælireglarnar, so forðar tað ikki okkum at tosa saman, segði Jørgen Niclasen í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald