Innanlands

Føroyar varðveita somu kredittmeting

Føroyar hava triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-13 14:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í juni 2022 vóru umboð fyri ratingfyritøkan Moody’s í Føroyum og høvdu fund við landsstýrið, andstøðuna, Vinnuhúsið og Landsbanka Føroya.

Í gjár gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.

Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Dømi um onnur lond við rating Aa2 er Frakland.

Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld. Moody’s gevur Føroyum triðhægsta próvtal. Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvørja rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta.

Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina millum annað at Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði, Føroyar hava eitt stórt minstagjaldføri (3 mia. kr.), sum minkar um endurfíggingarváða, at skuldin ikki veksur í ár og næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder