Innanlands

Føroyar varðveita somu kredittmeting

Í juni 2023 vóru umboð fyri ratingfyritøkan Moody’s í Føroyum og høvdu fund við landsstýrið, andstøðuna, vinnuhúsið og Landsbanka Føroya. Fríggjadagin gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-08-16 15:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Dømi um onnur lond við rating Aa2 er Frakland.

Ratingin sigur nakað um, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda aftur skuld. Moody’s gevur Føroyum triðhægsta próvtal.

Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tí so eru tað fleiri íleggjarar, sum vilja veita Føroyum lán. Tað gevur føroyingum møguleika at føra sín egan fíggjarpolitik í tíðum við búskaparligari afturgongd. Góða próvtalið hevur eisini ávirkan á, hvørja rentu landskassin skal rinda fyri lánið. Jú betri próvtal, jú lægri renta.

Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina millum annað at:

  • Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði,
  • Føroyar hava eitt stórt minstagjaldføri (3,4 mia. kr.), sum minkar um endurfíggingarváðan
  • Skuldin er støðug

Avbjóðingarnar eru

  • Einstáttaður búskapur
  • Høgan íløgutørv, tí fólkatalið veksur

Føroyar hevur sostatt eina góða rating, men ymisk viðurskifti kunnu gera at ratingin verður broytt.

Tað sum kann gera ratingina betri er at skuldin minkar munandi, ella at búskapurin verður meira fjøltáttaður.

Tað sum kann gera ratingina verri er, um skuldin veksur munandi, um landskassin hevur bygnaðariligt hall, til dømis hall í fleiri ár á rað, um óvæntaður stoytur rakar fiskivinnuna/alivinnuna og um sambandi við Danmark viknar.

Landsbanki Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder