Innanlands

Føroyar virknan leiklut í danska formansskapinum

Føroyar skulu standa á odda fyri eini orkuverkætlan, ið snýr seg um at tryggja grøna orku til oyggjar og avbyrgd øki. Hetta kann gerast ein sera umráðandi verkætlan fyri Norðurlond

2019-10-30 15:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar skulu komandi ár hava ein stóran lut í danska formansskapinum fyri Norðurlendska Ráðharraráðið. Hetta skrivar Løgmansskrivstovan. Føroyar skulu standa fyri eini orkuverkætlan, ið snýr seg um at tryggja grøna orku til oyggjar og avbyrgd øki, og tað er Umhvørvisstovan stendur á odda fyri verkætlanini.

"Føroyar høvdu bæði í 2005 og í 2010 ábyrgd fyri pørtum av danska formansskapinum. Hetta royndist væl. Tað er eitt natúrligt framhald av hesum, at vit nú átaka okkum ein enn størri leiklut, har vit eisini koma at hava politisku leiðsluna innan fiskivinnu-, landbúnaðar- og matvøruøkið. Við hesum vísa vit enn einaferð, at vit bæði duga og vilja luttaka í norðurlendska samstarvinum á jøvnum føti við okkara norðurlendsku grannar" sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Ársfundur var í Norðurlandaráðnum í gjár. Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen, føroyski samstarvsráðharrin Kaj Leo Holm Johannesen og grønlendski samstarvsráðharrin Vittus Qujaukitsoq løgdu skránna fram fyri danska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri 2020. Føroyski samstarvsráðharrin legði fram skránna vegna løgmann, sum í gjár luttók til tiltak hjá kongshúsinum um ríkisfelagsskapin.

"Formansskapurin er eitt gott høvi hjá Føroyum at átaka okkum ein virknan leiklut og standa á odda fyri eini stórari norðurlendskari verkætlan. Vit gleða okkum at bjóða okkara samstarvsfeløgum til Føroyar at viðgera, hvussu vit tryggja burðardyggar orkuloysnir til oyggjasamfeløg og avbyrgd øki" sigur Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvsráðharri.

Yvirskipaða heitið á formansskapinum er ”Fælles om fremtidens løsninger”, og endamálið er at vísa á loysnir, ið fara at menna og styrkja samfeløgini, eisini í framtíðini. Tríggjar stórar verkætlanir verða settar í gongd í eitt trý-ára skeið.

Formansskapurin í 2020 er tann fyrsti, ið skal arbeiða út frá nýggju visjónini, ið stjórnarleiðararnir fyri norðurlond samtyktu í august í ár. Visjónin setir kósina fyri hvussu Norðurlond skulu verða tann mest burðardygga og samansjóðaða regiónin í heiminum í 2030.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder