Innanlands

Føroyavitjanin avlýst

Flogfarið við verjumálaráðkvinnuni fekk ikki lent í Vágum í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-17 07:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag skuldi Trine Bramsen, donsk ráðkvinna við verjumálum, vitja í Føroyum.

Fundur var avtalaður við Jenis av Rana, landsstýrismann, og ætlanin var eisini at vitja á Sornfelli, har ynskið er at seta upp ein eftirlitsradara.

Men tá flogfarið hjá danska luftvápninum við ovasta politiska leiðara umborð kom í Vágar, var ikki lendandi orsaka av mjørka, og flogfarið valdi at venda heim aftur.

Vitjanin er tí avlýst, boðar Uttanríkis- og mentamálaráðið frá.

(Tekstur broyttur kl. 08.53. Trine Bramsen er ráðkvinna við verjumálum, ikki uttanríkismálum)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder