Føroyska Maigun Solmunde, sum skipar fyri ferðum til Ísraels, er farin undir eitt heilt serligt átak fyri at vinna Føroyum viðurkenning, so vit kunnu vera partur av økinum ”The Rigtheous among Nations” – ”Tey rættvísu millum tjóðir” í Jerusalem.
Maigun hevur í samstarvi við danska jødan, Jan Rueven Rozen Rosenberg, sum býr í Ísrael, funnið fram til søgur um føroyingar, sum hjálptu jødum í Danmark at flýggja yvir til Svøríkis. Stóra arbeiðið nú er at skjalprógva hesar søgur.
Endamálið við arbeiðinum er at vinna føroyingum heiður og viðurkenning í økinum uttan fyri holocaussavnið í Jerusalem, sum eitur Yad Vashem, kallað 'The righteous among the Nations.' Tað kann fara at taka upp í tvey ár at vinna hesa viðurkenning, tí millum annað krevst, at søgurnar verða skjalprógvaðar, skrivar heimasíðan hjá Vinafelagnum Føroyar-Ísrael, shalom.fo.
Maigun Solmunde og Jan Rueven Rozen Rosenberg (Mynd: kvf.fo)
Ein av hugtakandi søgunum er um familjuna í Dali, sum búði til leigu hjá jødisku Stohn hjúnunum í Danmark undir krígnum. Familjan mátti flýggja til Svøríkis í 1943, men hevði ikki møguleika at taka yngsta sonin, sjey mánaða gamla Carsten, við.
Føroyingarnir, sum vóru eftir í húsunum og høvdu eftirlit við tí, gjørdu ikki mætari enn at taka Carsten til sín sum sín egna, skaffaði honum følsk pappír, so at hann kundi vera ein partur av familjuni í Dali, til tað eydnaðist veruligu foreldrunum at sameinast við hann aftur.
Í sambandi við kanningararbeiðið, sum Maigun Solmunde og Jan Rosenberg hava gjørt, er aftur samband millum Stohn og í Dali familjurnar. Unnur í Dali, sum nú er 79 ára gomul, og drongurin Carsten, sum nú er 76 ár, hittust herfyri fyri fyrstu ferð síðan tey vóru børn.
Tey greiddu frá hugvekjandi søguni í útvarpinum í morgun. Hoyr innslagið her
Eisini greiddu Maigun Solmunde og Jan Rueven Rozen Rosenberg frá teirra kanningararbeiði. Hoyr innslagið her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald