Innanlands

Føroyingar brúktu nógvar pengar í Berlin

Einar 13 milliónir fóru av føroyskum gjaldskortum tíðarskeiðið meðan føroyska landsliðið spældi í Týsklandi. Tá eru hotelrokningar, flogferðaseðlar og annað sum er goldið frammanundan ikki tikið við

Lagið var gott eftir Norradystin tá Føroyar fingu fyrsta stigið í EM (Mynd: Sverri Egholm)

Lagið var gott eftir Norradystin tá Føroyar fingu fyrsta stigið í EM (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-21 18:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein uppgerð frá Banknordik og Betri Banka, sum Kringvarpið hevur fingið, vísir, at føroyingar løgdu nógvar pengar eftir sær í týska høvuðsstaðnum, nú hondbóltslandsliðið á fyrsta sinni slapp at royna seg í EM-endaspælinum.

Hjá Banknordik vóru 1.444 viðskiftafólk sum gjørdu 19.450 kortgjaldingar uppá tilsamans fimm milliónir krónur. Tølini hjá Betri banka eru á leið tey somu.

Afturat hesum koma Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi, so væntað verður at føroyingar munu hava brúkt upp ímóti 13 milliónum krónum við korti, skrivar kvf.fo.

Harafturat koma hotelrokningar, flogferðaseðlar og annað sum er goldið áðrenn fráferð.

Væntandi hava einir 5000 føroyingar verið í Berlin til EM-endaspælið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder