Við sera lága arbeiðsloysinum, vit hava í løtuni, er tað ein avbjóðing hjá føroyskum arbeiðsgevarum, at fáa fatur á røttu starvsfólkunum. Men ein nýggj kanning sum Spyr.fo hevur gjørt vísir, at føroyingar kortini eru áhugaðir í nýggjum avbjóðingum og fylgja væl við í, hvat arbeiðspláss hava at bjóða.
Fjórði hvør føroyingur í aldrinum 18-67 ár leitar ella hevur leitað eftir starvið seinastu 12 mánaðirnar. 43 prosent siga seg vera opin fyri nýggjum starvsmøguleikum, hóast tey ikki eru beinleiðis starvssøkjandi og 59 prosent halda av ymsum orsøkum eyga við starvsmøguleikum sum heild. Serliga er tað aldursbólkurin 18-30 ár, ið leitar eftir størvum og tey, sum í løtuni starvast í matstovu- og ferðavinnu og innan almanna- og heilsverk.
43 prosent av arbeiðsfjøldini svarar til umleið 12.000 føroyingar, sum siga seg vera opnar fyri møguleikum, og um bara nøkur fá prosent av hesum kunnu sannførast um at søkja starv, er potentialið til at bera eyga við.
Endamálið við kanningini er millum annað, at kanna um tað eru møguleikar, sum kanska ikki í nóg stóran mun verða troyttir, tá leitað verður eftir starvsfólki. 800 føroyingar í aldrinum 18-67 ár svaraðu kanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri starvsmiðilin Alfred.
- Úrslitini geva eina greiða ábending um, at møguleikar eru hjá arbeiðsgevarum at røkka óvæntaðum umsøkjarum. Men tað krevur, at teir hugsa øðrvísi og breiðari og í størri mun venda sær til tey, sum ikki eru beinleiðis starvssøkjandi, men kortini opin fyri møguleikum, sigur Allan Dalsgarð, stjóri hjá Alfred.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald