Innanlands

Føroyingar gleða 3586 ukrainsk børn

Í vikuni vóru 3461 skógvaeskur sendar av landinum til Onglands, haðani tær fara víðari til Ukraina. Umframt hesar eskurnar, høvdu føroyingar keypt 125 eskjur á netinum, og hesar fara eisini til neyðstødd børn

2022-11-06 19:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár hava fleiri føroyingar verið við til at gleða børn úti í heimi við at senda eina jólagávu. Í vikuni vóru 3461 skógvaeskjur sendar av landinum til Onglands, haðani tær fara víðari til Ukraina.

Í ár fara føroysku eskjurnar til krígsrakt børn í Ukraina ella til ukrainsk børn, ið eru flýdd til grannalondini. Umframt hesar eskjurnar so hava føroyingar eisini keypt eskjur á netinum. Í farnu viku høvdu føroyingar tilsamans keypt 125 eskjur á netinum. Hesar fara eisini til neyðstødd børn. So samanlagt hava føroyingar higartil í ár latið 3586 eskjur.

Christmas Child Føroyar takkar øllum, ið hava sett tíð og pening av til at pakka hesar eskjurnar, eins og vit takka fyri stóra vælvild í samband við at savna eskjur inn runt í landinum og at fáa sent tær víðari. Vit takka bæði einstaklingum og fyritøkum í Føroyum. Nógvar tænastur eru veittar okkum ókeypis.

Vit biðja eftir, at hesar eskjur skulu verða til signing fyri tey, ið fáa tær, og at tær kunnu í eitt lítið mát vísa á ta allarstørstu jólagávuna, at Jesus lat seg føða inn í heimin at bjarga mannaættini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder