Stendur tað til føroyska veljaran, so er ein greið ábending um, at føroyingar heldur vilja hava vinstramannin Lars Løkke Rasmussen til forsætisráðharra í Danmark enn sosialdemokratin Mette Frederiksen.
Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.
Spyr.fo spurdi í gjárkvøldið 500 føroyskar veljarar um hvat tey fóru at velja á fólkatingsvalinum 5. juni.
Úrslitið av teirri veljarakanningini verður kunngjørt á Portalinum í kvøld.
Í sama viðfangi vóru tey spurdu eisini biðin um at taka støðu til henda spurningin: ”Hvør heldur tú skal vera danskur statsministari eftir fólkatingsvalið?”
Næstan helmingurin, 44 prosent setti sín kross fyri núverandi forsætisráðharran og leiðaran fyri ’bláa blokkinum’, Lars Løkke Rasmussen frá Vinstraflokkinum.
36 prosent søgdu seg ikki vita.
Og 20 prosent mæltu til leiðaran fyri ’reyðum blokki’, forkvinnuna í danska javnaðarflokkinum Mette Frederiksen.
500 fólk vórðu spurd í kanningini hjá Spyr.fo
Mette Frederiksen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald