2018-12-22 11:25
Svenning á Lofti, sum hevur verið ferðaleiðari í Ísrael og Palestina í 41 ár fór í gjár til Jerusalem við einum ferðaliði av 25 føroyingum. Tað skrivar R7.
R7 skrivar at ferðast verður mest í Jerusalem, við Genezaretsvatn í Galilea, við Deyðahavið og Massada.
Tey skulu vitja kring landið og jólaaftan verða tey í føðikirkjuni í Betlehem. Føðikirkjan er bygd har, sum Jesus skal vera føddur. Ætlanin er eisini at halda bønarløtu í Betlehem og minnast jesuføðing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald