Innanlands

Føroyingar ikki líka stóran áhuga fyri koppseting sum danir

64 prosent av føroyingum ynskja at lata seg koppseta móti covid-19, vísir kanning hjá Spyr.fo. Tey flestu, sum ikki ynskja koppseting, óttast hjáárin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-12-21 21:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein nýggj kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið vísir, at góð 63 prosent av føroyingum vilja lata seg koppseta móti covid-19. Hetta talið er nakað lægri enn í líknandi kanning í Danmark.

Megafon gjørdi síðst í november eina kanning fyri TV2 og Politiken, og har vísti úrslitið at 80 prosent av teimum spurdu vildu lata seg koppseta.

Tíggju prosent svaraðu at tey ikki ætlaðu at lata seg koppseta, meðan hini tíggju prosentini søgdu seg ikki vita.

Í føroysku kanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt í dag er tað altso tveir triðingar av Føroya fólki, sum ynskir at lata seg koppseta móti covid-19, meðan góð 11 prosent siga nei. Ein fjórðingur, 25 prosent, ivast.

Óttast hjáárin
58 prosent av teimum, sum ikki vilja hava koppsetingina ella siga seg ivast eru bangin fyri hjáárinum, 19,1 prosent hava ikki álit á koppsetingini, 8,7 prosent hava ikki álit á myndugleikunum, meðan 26,2 siga seg hava aðrar orsøkir.

500 fólk vórðu spurd, og tað eru serliga tey millum 60 og 80 ár, sum ynskja at taka ímíti koppsetingini. Tey sum eru mest ivasom, eru í aldursbólkinum 30-44 ár.

Føroysku heilsumyndugleikarnir vænta, at fyrstu skamtirnir við covid-19 koppseting koma við flogfari annað jólakvøld, og sostatt verða fyrstu føroyingarnir væntandi koppsettir beint eftir jól.

Les eisini: Vaksinan fingið ES-góðkenning

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder