Í eina góða viku hava føroyingar savnað saman pening at lata til Íslendska Reyða Kross. Stuðulin skal brúkast til at hjálpa teimum, ið eru ávirkað av eldgosinum í Grindavík, har 4.000 borgarar hava verið noyddir at rýma frá heimi sínum.
Við góðum stuðli frá privatpersónum og stovnum í Føroyum, hevur Reyði Krossur savnað 250.000 kr., og saman við Føroya landsstýri senda føroyingar tilsamans eina hálva millión.
Íslendski Reyði Krossur takkar føroyingum hjartaliga fyri stuðulin:
- Okkara føroysku vinir eru altíð til reiðar at gera góðar gerðir. Tú noyðist aldrin at biðja um hjálp, men tey bjóða seg fram alt fyri eitt. Sum vinir gera, sigur Jón Brynjar Birgisson, rakstrarstjóri í Íslendska Reyða Krossi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald