Innanlands

Føroyingar munandi lægri livialdur en okkara nærmastu grannar

Sambært framrokningunum hjá Unicef kunnu føroysku børnini, ið verða fødd í dag, rokna við at liva í 93,8 ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-01 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

(Gevið gætur: Henda greinin byggir á skeivar útrokningar. Sí her)

Eitt føroyskt barn, sum verður borið í heim í dag, nýggjársdag 2021, kann rokna við at liva til tað verður 93,8 ár.

Tað vísir ein uppgerð, sum Unicef, altjóða barnagrunnurin undir ST, hevur kunngjørt nú á nýggjárinum.

Harvið verður mett, at føroyingar koma at hava munandi lægri livialdur enn íbúgvarnir í okkara nærmastu grannalondum.

Tað landið í heiminum, har roknað verður við, at íbúgvarnir fara at liva longst, er lítla fjallalandið Andorra í Pýrinea-fjøllum millum Frakland og Spania.

Eitt barn, sum verður borið í heim í Andorra í dag, kann rokna við at livat til tað verður heili 119,2 ár, vísir uppgerðin.

Miðallivialdurin fyri allan heimin fyri tey næstan 400.000 børnini, sum væntast verða borin í heim í dag, er roknaður til 84,4 ár.

Ringast eru útlitini hjá børnunum í Miðafrikanska Lýveldinum og í Kjadd, har livialdurin verður roknaður til 61,4 ár.

Í heilt nógvum londum verður roknað við einum livialdri oman fyri 100 ár, nevniliga í hesum.

Andorra 119,2
Sveits 116,4
Spania 114,6
Frakland 114
Portugal 113,7
Finnland 112,7
Italia 112,5
Belgia 111,6
Grikkaland 111,3
Japan 111,1
Svøríki 110,2
Avstralia 110,1
Noreg 109,9
Eysturríki 109,9
Monako 108,8
Luksembourg 108,8
Hongkong 108,8
Týskland 105,8
Írland 105,6
Macao 105,2
Slovenia 104,7
Niðurlond 104
Singapore 103,7
New Zealand 103,3
Kanada 103,3
Suðurkorea 103
Ísrael 102,6
Danmark 102,1
Guadeloupe 101,7
Puerto Rico 101
Stórabretland 100,3
Poland 100,2
Malta 100

Íslendingar verður mettir at fara at liva 99,9 ár, føroyingar, sum sagt, í 93,8 ár og grønlendingar í 81,6 ár.

Allur listin sæst her   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder