Innanlands

Føroyingar skulu hava innferðarloyvi til Bretlands

Frá 2. apríl skulu allir danskir ríkisborgarar, sostatt eisini føroyingar, hava tað, ið verður rópt ETA-loyvi, sum er eitt stutttíðar innferðarloyvi

(Savnsmynd: Ingi Samuelsen)

(Savnsmynd: Ingi Samuelsen)

2025-03-14 12:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frá 2. apríl skulu allir danskir ríkisborgarar og harvið eisini føroyingar, hava tað, sum verður rópt ETA-loyvi. Hetta er eitt stutttíðar innferðarloyvi.

Hesum boðar bretska konsulátið í Føroyum frá.

Lættasti mátin at fáa hetta loyvið er at taka appina UK ETA niður á telefonina hjá tær. Á App Store og Google Play.

Tá ið tað er gjørt, ber til at fylgja leiðbeiningini, sum appin vísir á.

- Á appini skal tú vátta tín samleika (identitet), svara nøkrum fáum spurningum og gjalda fyri umsóknina, umleið 12,50 evrur. Tá ið tú søkir, er tað umráðandi, at tú hevur passið, atgongd til teldupost og gjaldskortið hjá tær við hondina. Tú skalt millum annað taka mynd av tí persóni, ið søkir um ETA-loyvi og skanna passið.

- Gev gætur, at tá ið tú skrivar navn ella bústað hjá tær, er neyðugt at nýta útlendskar bókstavir, t.d. skal Símun skrivast sum Simon og Heiðagøta sum Heidagota o.s.fr, sigur konsulátið.

Øll, sum ætla sær til Bretlands, skulu søkja, eisini børn.

Tað ber væl til hjá sama persóni at søkja fyri onnur, og tá skal umsøkjarin sjálvandi hava passið og sjálvan persónin staddan hjá sær fyri at skanna passið og taka mynd av persóninum, ið skal hava ETA-loyvi.

Tá ið ETA-umsóknin er góðkend, fært kemur váttan um umsóknina sendandi á t- postadressuna. Tað kann taka nakrar tímar ella so, til sjálvt ETA-loyvið kemur á t-postadressuna.

ETA-loyvið verður sjálvvirkandi skrásett í passinum, og tí er óneyðugt at útskrivað ETA-loyvi at hava við, tá ið tú fert til Bretlands. 

Tá ið tú kemur til Bretlands, verður passið skannað, og á skanningini kunnu myndugleikarnir síggja, at tú hevur góðkent ETA-loyvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder