Innanlands

Føroyingar sleppa ikki at klippa listaverk sundur hjá donskum listamanni

At klippa ein málning hjá listamanninum Tal R sundur og brúka hann til urskivur er at gera seg inn á upphavsrættin hjá honum, heldur hann

Arne Leivsgaard og Dann Thorleifsson saman við málninginum hjá Tal R (Mynd: Scanpix)

Arne Leivsgaard og Dann Thorleifsson saman við málninginum hjá Tal R (Mynd: Scanpix)

2019-12-02 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Listamaðurin Tal R hevur í dag fingið Sø- og Handelsretten at seta eitt fyribils forboð móti, at teir báðir føroyingarnir, Dann Thorleifsson og Arne Leivsgaard, kunnu klippa listaverk hansara sundur og brúka tað til urskivur.

Tað er málningurin "Paris Chic", sum Tal R hevur málað, sum teir báðir ætla at klippa sundur. Teir hava keypt málningin frá honum fyri 600.000 krónur, og var ætlanin hjá teimum at klippa hann sundur og brúka stykkini til ur, sum teir síðani ætlaðu at selja fyri 10.000 krónur stk.

Men hetta er at gera seg inn á upphavsrættin hjá honum, heldur listamaðurin.

Tal R hevur biðið rættin um at seta eitt fyribils forboð í verk fyri at forða fyri, at málningurin verður kliptur sundur, meðan málið um upphavsrætt verður viðgjørt.

Dómarin er nú komin til ta niðurstøðu, at teir ikki skulu sleppa at skera ella klippa í málningin, ella at broyta hann á nakran hátt fyribils.

Tal R, ið er viðurkendur danskur listamaður, sigur sambært DR, at tað er ætlanin hjá teimum um at fáa vinning burturúr listaverki hansara, sum hann er ímóti.

Ætlanin hjá Dann Thorleifsson og Arne Leivsgaard er at framleiða 300-400 ur við listini hjá Tal R, og verður hetta gjørt fyri listina og ikki fyri vinningin, siga teir við Berlingske.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder