Mentan

Føroyingar við í Nybyggerne

Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Olsen eru við í nýggjasta umfarinum av væl umtóktu sendingini, sum verður víst á TV2 í heyst

Sunnvá og Martin

Sunnvá og Martin

2020-09-14 15:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kanska hevur tú hoyrt um vælumtóktu TV2-sendingina "Nybyggerne", har fýra pør fáa níggju vikur, til at royna at byggja og innrætta sítt dreymaheim.

Sætta umfarið verður víst í heyst, og tá skulu m.o. Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Olsen royna at innrætta eini hús uppá tveir mánaðir.

Pørini skulu sjálvi gera alt frá at mála, leggja gólv, seta køk upp og møblera húsini.

Í ár gongur sendingin fyri seg í jútlendska býnum Silkeborg. Vinnandi parið vinnur húsini, tey hava innrættað, sum hava eitt søluvirði á 2,6 mió. krónur.

Eitt, sum er eitt sindur øðrvísi, í mun til undanfarin ár er, at luttakarar skulu hugsa meira um burðardygd og veðurlagsvinarligar loysnir, skrivar TV2.

Broytingar vórðu eisini gjørdar fyri at fylgja leiðreglunum hjá donsku stjórnini og heilsumyndugleikunum í sambandi við koronasmittuni.

Fyrsti partur av Nybyggerne verður sent á TV2 tann 30. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder