Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, var fyrradagin á fundi við hinar mentamálaráðharrarnar í Norðurlondum fyri at taka støðu til, hvar næsta stóra Norðurlendska mentanartiltakið skal vera.
Undanfarin ár hava stórbýir, sum London og Washington, hýst stóru felags Norðurlendsku mentanartiltøkunum, har eisini føroyingar hava luttikið við framførðslum og sýninginum.
Á fundinum í gjár samdust Norðurlendsku mentamálaráðharrarnir um, at næsta landið at hýsa hesum stóra og væl skipaða mentanarátakinum skal vera Kananda, og átakið skal vara alt árið 2021.
Høgni Hoydal sigur sambært heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, at tað var trupult at velja eitt einstakt land, tí áhugin fyri at hýsa tiltakinum - og fyri Norðurlondum sum heild - hevur verið ovurhondsstórur kring heimin.
Endamálið við hesum felags Norðurlendsku mentanarátøkunum kring heimin er at styrkja samspælið millum Norðurlendsku mentanargeirarnar og umheimin, at vísa umheiminum Norðurlendska mentan og at skapa meirvirði fyri luttakandi listafólkini.
Við á skránni verða fleiri ymsar listargreinar, men dentur verður serliga lagdur á list við einum burðardyggum vinkli og á listafólk, sum kanna burðardygd í teirra arbeiði og hava ein málsetning um at arbeiða CO2-nevtralt.
Uppskotini um, hvar næsta stóra mentanarátakið skuldi vera, hava verið tl hoyringar hjá mentanarstovnum og -felagsskapum í øllum Norðurlondum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald