Innanlands

Føroyingar vitja kommunulæknan í miðal tríggjar ferðir um árið

Í fjør fóru konufólk oftari til kommunulæknan enn mannfólk, og Sandoyggin hevði flest viðtalur per íbúgva, sigur Hagstovan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-06-26 17:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í miðal vitjaði hvør føroyingur kommunulæknan tríggjar ferðir í fjør. Tað vísur uppgerð hjá Hagstovuni.

Samlaða talið á viðtalum í 2019 var stívliga 166.000. Tað er gott fýra prosent fleiri enn árið fyri. Av teimum 166.000 viðtalunum vóru gott 4.000 viðtalur hjá fólki, sum búgva uttanlands.

Hagtølini vísa eisini, at konufólk fóru oftari til læknan enn mannfólk, og at Sandoyggin hevði flest viðtalur per íbúgva. 

Tær uml. 166.000 viðtalurnar, svara í mun til fólkatalið til 3,1 viðtalu fyri hvønn íbúgva. Í Sandoynni var talið 4,5, í Vágum 4,0 og í Suðurstreymoy 2,9.

Í 2019 vóru 18.000 fleiri viðtalur við konufólk enn við mannfólk. Tá hugt verður eftir teimum ymsu aldursbólkunum, vóru fleiri viðtalur við dreingjum millum 0 – 10 ár enn við gentum í sama aldursbólki, men í øllum øðrum aldursbólkum vóru fleiri viðtalur við konufólk.

Uppgerðin hjá Hagstovuni fevnir ikki um fyribyrgjandi ella profylaktiskar viðgerðir, eitt nú koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum. Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er heldur ikki roknað við í uppgerðina.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder