Innanlands

Føroyingar ynskja Kamalu til forseta

Undirtøkan fyri Harris er stór í Føroyum - men ikki millum tey, ið velja Fólkaflokkin og Miðflokkin

Forsetavalevnini heilsast undir sjónvarpaða orðaskiftinum í farnu viku (Mynd: EPA)

Forsetavalevnini heilsast undir sjónvarpaða orðaskiftinum í farnu viku (Mynd: EPA)

2024-09-18 15:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

60 prosent av Føroya fólki høvdu sett kross við demokratiska forsetavalevnið, Kamelu Harris, um tey høvdu havt møguleika at atkvøða til amerikanska forsetavalið 5. november.

Republikanska forsetavalevnið, fyrrverandi forsetin, Donald Trump, fær undirtøku frá 19 prosentum av føroysku veljarunum.

Hetta vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri BlaðiðVikuskifti í síðstu viku. 500 veljarar fingu spurningin seinasta mikukvøld, tað var dagin eftir, at Trump og Harris møttust í nógv umrøddum sjónvarpskjaki – møguliga tað einasta, sum verður teirra millum undir hesum forsetavalstríðnum.

21 prosent av teimum spurdu hava onga meining um amerikanska forsetavalið, og hava tí ikki svarað spurninginum.

Undirtøkan fyri Trump størri nú enn í 2020

Fyri fýra árum, tá Donald Trump og Joe Biden vóru í stríði um at gerast amerikanskur forseti, settu vit eisini sama spurning.

Úrslitið var kunngjørt í allarfyrstu útgávuni av BlaðnumVikuskifti, sum kom út leygardagin 17. oktober 2020. Spurningarnir vórðu settir tríggjar vikur undan sjálvum forsetavalinum, sum tá var 3. november.

Tá var úrslitið, at 50,3 prosent høvdu valt Joe Biden, 17,5 prosent høvdu sett krossin við Donald Trump, og heili 32,2 prosent vistu ikki ella høvdu onga meining um amerikanska forssetavalið.

Í ár hava vit sett føroysku veljarunum spurningin sjey vikur undan forsetavalinum. Úrslitið vísir, at demokratiska forsetavalevnið hevur væl størri undirtøku hesaferð, meðan Donald Trump hevur eitt sindur størri undirtøku enn fyri fýra árum síðani, meðan tað eru nógv færri, sum ivast hesaferð.


Miðflokka- og fólkafloksveljarar ynskja Trump

Nýggjasta kanningin hjá Spyr.fo vísir, at Donald Trump hevur størst undirtøku millum tey, ið velja Miðflokkin. Heili 65 prosent av miðflokkaveljarin høvdu valt Donald Trump. Her skal sigast, at tølini, serliga hjá teimum smáu flokkunum, skulu takast við størsta fyrivarni, tí her er óvissan rættiliga høg.

Eisini millum fólkafloksveljarar eru fleiri Trump-stuðlar enn Harris-stuðlar. Veljararnir í hinum flokkunum hella til Kamelu Harris. Størstu undirtøkuna síggja vit millum veljararnar hjá núverandi samgonguflokkunum, sum samstundis eisini eru tey, har Trump fær allar minstu undirtøku.

Sostatt eru tað 87 prosent av veljarunum hjá núverandi samgonguni, sum høvdu valt Kamelu Harris og 5 prosent Trump. Meðan býtið millum núverandi andstøðuveljararnar er 40 prosent til Harris og 32 prosent Trump.

Kanningin vísir eisini, at Kamala Harris er betri umtókt millum veljararnar í Havn enn úti á bygd, og øvugt viðvíkjandi Trump, at menn í nógv størri mun enn kvinnur dáma Donald Trump, og at Trump er munandi meira vældámdur millum teir yngru veljararnar (18-44 ár) enn millum teir eldru veljararnar.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder