Innanlands

Føroyingarnir bergtaka

Dragandi egið lag frá Tinu og svenskt frá Kára. Blachman var ikki púra sannførdur av tí svenska frá toftamanninum. Nú verður atkvøtt

(Skíggjamynd: TV2)

(Skíggjamynd: TV2)

2022-03-25 20:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir av fimm luttakarum í X Factor í kvøld eru føroyskir. Tískil seta Føroyar og føroyskt sum vant dám á sendingina.

Eitt filmslið frá X Factor var á vitjan í summarhúsi hjá familjuni hjá Tinu, har skerpikjøt var á borðinum, og eisini við Kára og mammuni, Oddvu Benadiktu Nesstein, ein gongutúr.

Tina framførdi egið lag við heitinum “Ord”. Tað gjørdist ein kensluborin løta í upptøkuhølunum eftir sangin, tí hoyvíkingurin setti eisini orð á nógvu ljótu viðmerkingarnar, hon hevur fingið hesa seinastu vikuna.

Verturin Sofie Linde gav hyggjarunum ein uppsang, og bað fólk uppføra seg ordiligt.

Hetta er besta framførsla tú hevur havt á hesum pallinum. Eg kann slett ikki ímynda mær eina finalu uttan teg, tað hevði verið synd fyri sendingina, segði Blachman.

[object Object](Skíggjamynd: TV2)

Vinnur heila lortið ella rýkur út nú
Kári Fossdalsá royndi seg á svenskum við lagnum Svag hjá Victor Leksell. Vit sum ikki eru so køn í svenskum halda, at málið var gott, men Thomas Blachman snýtir tú ikki.

- Eg havi svenska damu, og eg dugdi ikki at plasera tað svenska málið. Um tað var Malmø ella Stockholm, ella um tað kanska var føroyskt-svenskt, skemtaði Thomas Blachman.

- Antin vinnur tú heila lortið ella rýkur tú út reletivt skjótt, legði hann afturat

Kappingin er hørð, og brúk er fyri øllum atkvøðum. Um eina løtu verður gjørt upp.

X Factor sæst á danska TV2.

Fyri Tinu skal atkvøðast TI til 1234

Fyri Kára skal atkvøðast KA til 1234 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder