Mentan

Føroyingarnir í X Factor vrakaðir

Dánjal Lisberg og Rut Brend fingu ikki møguleikan í "5 Chair Challenge"

(Mynd: TV2)

(Mynd: TV2)

2019-01-25 22:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Báðir teir føroysku luttakararnir í X Factor megnaðu ikki at vera millum tey sum sluppu til "5 Chair Challenge", har tað snýr seg um at vinna sær ein av fimm stólum.

Dánjal Lisberg, sum sang seg víðari í fyrstu upptøkuroyndini, sá man einki til í sendingini í kvøld, men Rut Brend hevði hinvegin ein møguleika.

At síggja til trúði Blachman tó ikki heilt upp á 25 ára gomlu Rut, sum býr á Viðareiði, og hon bleiv vrakað.

Tó er ikki heilt vist, at hetta var tað seinasta vit sóu til Dánjal og Rut í X Factor. Tað er sæð fyrr, at luttakarar eru drignir framaftur, og settir saman í bólkar.

Í kvøld var fyrsta 5 Chair Challenge, og byrjað var við teimum ungu.

X Factor sæst á TV2 Play her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder