Løgreglan hevur havt fitt av arbeiði seinasta samdøgrið.
Umframt at hava hjálpt fullum fólki, mátti løgreglan eisini steðga einum bardaga á einari pizzamatstovu í høvuðsstaðnum beint eftir midnátt. Tíbetur hevði løgreglan fólk, ið vórðu stødd nærindis matstovuni, og vardi tað ikki leingi, áðrenn tey komu á staðið. Tað eydnaðist løgregluni at fáa skilt partarnar sundur, áðrenn tað gjørdist ógvusligt.
Klokkan hálvgum trý ringdi ein hýruvognsførari til løgregluna. Førarin hevði fingið ein kunda, sum var rættiliga illur í sær, og kendi hann seg hóttan og noyddan at rýma úr bilinum at ringja til løgregluna.
Kundin rýmdi undan rokningini, men løgreglan veit, hvar hann ynskti at verða settur av, og ætlar løgreglan at seta seg í samband við hann seinni.
Klokkan hálvgum fimm í morgun varð ein føroyingur eisini álopin av fleiri útlendingum í høvuðsstaðnum, og fekk løgreglan fleiri fráboðanir um hetta.
Tá løgreglan kom á staðið, vóru útlendingarnir rýmdir, og føroyingurin, sum hevði drukkið, varð biðin um at fara á skaðastovuna at lata seg kanna og síðani seta seg í samband við løgregluna aftur, tá hann var vorðin edrúur.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at føroyingurin ongan álvarsaman skaða fekk, og at tey ongantíð hoyrdu nakað frá honum aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald