
Bjarti G. Olsen vitjar Norðurlandahúsið fyri at tosa um tey tvey árini, hann var hermaður á hermótinum.
Við støði í egnum royndum sum gonguhermaður gevur hann eitt rátt og ærligt innlit í veruleikan í kríggi: um harðskapin, skotvápnini, dronurnar, bíðitíðina – og vinalagið.
Bjarti vísir á ósannindi og sannroyndir og gevur innlit í, hvussu hann ímyndar sær framtíðina í Ukraina.
Fyrilesturin er ikki hóskandi fyri børn undir 16 ár.
Um Bjarta G. Olsen
Bjarti, sum hevur skrivað donsku bókina SOLDAT, hevur verið hermaður í donsku lívverjuni og tvey ár í Ukraina. Nú er hann komin aftur til Føroya.
Norðurlandahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald