Anna Røskva Strøm er ein av teimum tíggju luttakarunum í 15. umfarinum av "Den store bagedyst" hjá Danmarks Radio, sum hevur frumsýning 5. september.
Hon er 34 ár, er av Tvøroyri men býr í Keypmannahavn. Hon útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, men lesur nú ljósmóður.
Anna Røskva Strøm er fyrsti føroyingur, sum luttekur í væl umtóktu DR-sendingini við Timm Vladimir sum verti.
Luttakarar, dómarar og vertur í Den store bagedyst (Mynd: Carsten Mol / DR)
Um Onnu skrivar DR, at hon er stolt at vera føroyingur, og at henna kakur og bakstur eru tætt knýttar av føroysku mentanini, hugnanum, felagsskapinum og siðvenjuni.
(Mynd: Carsten Mol / DR)
Den store bagedyst verður frumsýnt á DR1 og DRTV 5. september. Á DRTV er verður nýggjur partur tøkur leygardagar frá kl. 5 og hann verður sendur á DR1 leygakvøld klokkan 19 føroyska tíð.
(Mynd: Carsten Mol / DR)
(Mynd: Carsten Mol / DR)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald